Í 2011 var Lydia Thomsen, sum 9 ára gomul, úr Klaksvík við á Føroya Sjómannadegin. Hon var eisini við tá børn og vaksin kastaðu fløskupostar á Pollinum og í Kalsoyarfirði.
Í vár bleiv fløskuposturin funnin á Svalbard. Tað var ein ungur normaður, ið var við norsku sjóverjuni á ruddingarferð á Svalbard, sum ímillum alskyns rekar, fann fløskupostin hjá Lydiu.
Normaðurin sendið fløskupostin aftur eisini saman við myndum og video frá ruddingarherferð á Svalbard.
Góvust við fløskupostum
Føroya Sjómannadagur gavst við at kasta út fløskupostar fyri nøkrum árum síðani, nevniliga tá kjakið byrjaði um umhvørvistrupulleikarnar við plasti í náttúruni.
Men nógv ymiskt áhugavert kom burturúr fløskupostunum. Ikki eru tey so fá sambond, ið eru knýtt ímillum Føroyar og londini kring um okkum júst orsakað av fløskupostunum á Sjómannadegnum.
Fløskupostar vóru funnir í Íslandi, Orknoyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Noregi og á Svalbard.
Tað sum fekk okkum at undrast var, at tveir fløskupostar vóru endaðir í Fraklandi, í Biskaia Víkini.
Tað er nú nøkur ár síðani. Men tá ringdu vit til universitetið í Tromsø at spyrja um tey har høvdu nakra viðmerking til tað.
Tey søgdu beinan veg, at í útgangstøðinum bar tað ikki til, tí havstreymarnir gingu frá Føroyum og eystureftir og síðani norður við norsku strondini, har eru eisini flestir fløskupostar funnir.
Men søgdu vísindafólkini har, tá vit søgdu at talan var um plastfløskur, at hest var orsøkin til at nógv høgætt hevur verið tað árið, soleiðis at teir eru farnir við vindinum suðureftir. Men teir løgdu eisini dent á, at tað var undrunarsamt at teir skuldu vera farnir so langt.
Úr Tromsø var eisini sagt, at tað kanska kundi sagt okkum eitthvørt um streymarnar, um tyngri fløskur, ið ikki vóru ávirkaðar av vindi, vóru nýttar.
Men ídag er tað helst ikki neyðugt. Tøknin er komin nógv longur, so vísindafólkini hava helst nógv betri møguleikar at fylgja streyminum nú enn at brúka fløskupostar.






