Fyri veður verður eingin hondbóltsdystur í kvøld.
Atlantic Airways dysturin millum Kyndil og Team Klaksvík er avlýstur vegna vánalig koyrilíkindi.
Soleiðis stóð fyrr í dag:
Í kvøld verður dystur í Atlantic Airways deildini, tá Kyndil tekur ímóti Team Klaksvík.
Team Klaksvík liggur aftast í kappingini við 4 stigum, meðan Kyndil liggur beint frammanfyri við 6 stigum. Sostatt hevur dysturin stóran týdning fyri bæði liðini í royndunum at sleppa úr botninum.
Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar kl. 19.45 í kvøld.




