Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KYOTO, – HVÍ IKKI KLAKSVÍK ?

John William Joensen

skrivar Tórbjørn Jacobsen, valevni hjá Tjóðveldinum

Fyri okkum, sum hava sitið á Fólkatingi í nøkur ár, kennist valstríðið hesar seinastu dagarnar heilt margháttligt. Tað koma løtur, táið tú ivast í, um hesi bæði umboðini í einum nationalum parlamenti, hjá øðrum og fremmandum fólki, kanska hava eins stórt vald sum amerikanski forsetin. So bjølgut eru lyftini, so abstrakt er hugflogið og so veruleikafjart er prátið. Hetta snýr seg snøgt sagt um tveir tingsessir, á sama hátt sum táið norðoyingar hava valt Vilhelm hjá Bethueli, Jógvan við Keldu og Heina í Kunoy inn á Føroya Løgting. Teir hava verið góðir tingmenn, harfyri rokni eg tó ikki við, at klaksvíkingarnir, sum valdu teir, væntaðu, at teir skuldu frelsa alla verðina.

Eitthvørt gerst tó. Kyoto málið er nú alkent í Føroyum. Hetta snýr seg um burðardygd og eina roynd at flyta eftirkomarum okkara ein heim, sum búgvast kann í. Tað snýr seg um menniskjaskapta dálking, ið hevur brotið natúrligu javnvágirnar í skipanini, sum jørðin átti at hvílt í – á síni ferð. Kyoto-protokollin er ein semja, ið krevur nakað av øllum fyri at tryggja framtíðina. Hetta gerst við at steðga verðurlagsbroytingunum, ið tey flestu nú halda er vorðið eitt kreppumál, sum nakað má gerast við í skundi. Føroyar eru, sum í øllum øðrum uttanríkismálum, ein non-partur í málinum. Vit hanga sum ein slintra í donsku støðuni, og hóast tingið, við einum undantaki, atkvøddi fyri, at vit skuldu gerast partur av hesi sátt, enntá umvegis donsku sentralmaktina, so eydnaðist tað korridor-kóvboyarunum í Fólkaflokkinum at leggja trýst á løgmann, soleiðis, at hann lorkaði møguleikan burtur, fyri at vera við í burðardygga solidaritetinum í alheims høpi. Tað málið er farið í hesi syftu. ABC-samgongan bíðar eftir næsta postmanninum úr Keypmannahavn.

Nú spyrja tygum helst, hvat ið hetta hevur við fólkatingsvalið týsdagin at gera?

Sum so onki, tí sum málið liggur, er tað vorðið ein søk ímillum Føroya Landsstýrið og donsku stjórnina, og tað punkteraði á hesum sinni onkustaðni harímillum. Harfyri eigur eitt føroyskt umboð á Fólkatingi tó framvegis rættin til at sleppa sær uppí kjakið, táið tað flotnar upp aftur í sjóvarmálan av nýggjum. Men tað finnast aðrar javnvágir, ið eisini hava fyri neyðina at verða røktar. Veiða av øllum handa slagi, er ein balansi, sum er viðkomandi, serliga fyri okkum, sum eru so serliga nógv tengd at fiskiveiði búskaparliga.

Tjóðveldi hevur í valskránni hesaferð eitt ógvuliga viðkomandi mál, sum umboðið á Danatingi skal virka fyri. Tað er, at ávirka eina komandi danska stjórn, til at gerast aktivur partur í royndini, at skipa ein norðurlendskan havgranskingarstovn í Føroyum. Vit liggja bókstaviliga plaserað mitt í sjónum, tí er knattstøðan optimal. Hartil skuldi verið lætt at argumentera fyri hesum frambroti, táið vit eiga fólkið sum skal til, m.a. Hjalta og hansara lið av fiskifrøðingum og ein professara, ið fyri kortum fekk tað bláa umhvørvisinnsiglið í norðurlendskum regi. Boga Hansen.

Tað ræður um at byrja frá tí rætta endanum. Og tað er at seta sær spurningin, hvussu burðardygg veiðan eftir havsins djórum og alskins fiskasløgum er í dag? Og um vit eru ávegis, at gera okkum inná matkovan hjá komandi ættarliðum? Tað vita vit sjálvandi ikki, men givið er, at menniskja eigur at hvessa sín leiklut sum alheimsins røktingarmaður sohvørt sum menningin í tøknini tekur seg fram í lopum. Hetta er eitt mál fyri serfrøðingar, men so sanniliga eisini eitt mál fyri politikarar.

At føroyska fiskidagaskipanin ikki er komin meira í skotmála í hesum døgum, er bara høgu marknaðarprísunum fyri at takka. Tað hugsi eg, at allir fiskimenn eru samdir um. Tað er lagaligari at vera rullumaður ídag, enn tað onkuntíð var, so langt tað er blivið ímillum stertarnar. Hvussu er við hjáveiðuni av botnfiski hjá havsins dustsúgvarum og hvørja ávirkan hevur frontala álopið á føðiketuna í Suðuríshavinum, táið havsins tanks súgva hvønn krillbita á leiðunum í seg?

Áðrenn vit skipa ein norðurlendskan havgranskingarstovn í Føroyum, áttu vit at verið í broddi fylkingar á hesum øki, og bjóða okkum fram hjá Sameindum Tjóðum, sum fyriskiparar av eini altjóða ráðstevnu, sum hevur tað greiða endamálið, at knæseta ein altjóða politikk um burðardygga veiði í øllum heimsins høvum. Á sama hátt sum við Kyoto – í øðrum og tó nærliggjandi høpi. Sjálvandi kann ein slík ráðstevna haldast fleiri staðni í landinum, men táið nú Klaksvíkin er meira tengd at fiskiveiði enn onnur øki í landinum, og hevur satsað uppá hesa, heldur enn nakað annað, so hevði tað verið upplagt, at ein slík konferansa varð løgd og fyriskipað í býnum, sum vanliga verður róptur fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. Hetta hevði sett býin og Føroyar á heimskortið, og givið landinum eitt prædikat, ið kundi fingið ófatiligan týdning fyri føroyska marknaðarføring um allan heim. Uttan iva hevði Magni Arge ikki latið sær sagt tvær ferðir, varð hann biðin um at heita á vinmannin, Bill Clinton, um at vera protektor fyri einum slíkum átaki, og skuldi tað borist hesum frá, tá hevði Al Gore ivaleyst verið fúsur at tikið eina hond í við promoveringini, av einum átaki hvørs endamál var, at flyta javnvágirnar aftur í eina burðardygga legu. Bara at hugsa sær tankan, at Klaksvíks-protokollin kundi verið fundamentið, politiska semjan, um altjóða ásetingar viðvíkjandi tryggjanina av støðugari endurnýgging í havsins djúpum ? Branding par excellence.

Onkur heldur ivaleyst, at hetta er mjørkatos. Men táið tað bar til hjá Jóhan Páll hjá Levi at flyta Clinton úr Bandaríkjunum heim til Føroya og hjá Rana Nolsøe at telva Gary Kasparov til landið, tá ber so mangt til.

Alternativið er eiturkoppurin, ið fetar eftir botninum í súrhoyggjabrunninum, og heldur, at júst tann ljósglæman, ið blaktrar á hann, er alheimurin hjá øllum hinum. Helst hevði ein ráðstevna sum hendan kunna lynt undir norðurlendska viljan, at spendera nakrar krónur uppá ein havgranskingarstovn í Føroyum. Lokalpatriotiskir bardagar køva oftani rationalitetin í politisku avgerðunum, mong dømi eru um tað, men hetta málið eigur at gerast ein felagssak fyri allar landsins borgarar og fyri alla ta politisku skipanina.

Erlendur Patursson fekk føroyingum Norðurlandahúsið í Havn, kanska fer tað at eydnast einum tjóðveldisumboði á Fólkatingi, í góðum samstarvið við norðurlandaráðsumboðini og útnorðurráðsumboðini, at leggja lunnarnar somikið skipað, at danska stjórnin fer aktivt undir at virka fyri, at ein norðurlendskur havgranskingarstovnur verður lagdur í Klaksvík, um ikki so langa tíð. Tað ræður um at klintra upp á eggina. Har sjónarringurin, í hvussu er, er víðari enn niðari í brunninum.

Kyoto, – ja, álvaratos, – hví so ikki í Klaksvík ?