Umframt at vitja vinfólk, verður eisini fyrilestur fyri starvsfólk í Norðoya Sparikassa
Hetta vikuskifti vitjar kendi danski sjónvarpslæknin Peter Q. Geiling Klaksvíkina. Hetta er næstuferð hann vitjar Føroyar. Fyrstuferð hann var her hevði hann nakrar almennar fyrilestrar og var tað mitt á hávetri. Hesarferð er ferðin meira ætla sum ein hugnatúrur, har hann saman við vinfólkum í Klaksvík fer at royna seg á floti og um veður verður til tað, so verður eisini fari í fjøllini. Tó so, Norðoya Sparikassi hevur fingið ligið fram við og bjóða honum at hava ein fyrilestur fyri starvsfólkunum leygarmorgunin. Peter sigur í stuttari viðmerking at hann gleðir seg nógv at síggja Føroyar nú summar er. So er bert at vóna at veðri verður til vildar, dagarnir læknin vitjar í Føroyum.




