Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægri skatt í Klaksvík!

Signhild V. Johannesen, býráðslimur

Hóast summarveðrið ikki hevur verið serliga hugaligt, nú longsti dagur fór afturum, ja, so er ymiskt annað at fegnast um, nú árið mestsum er hálvrunnið. Til dømis hálvárliga metingin hjá Taks av Klaksvíkar Kommunu. Fyri okkum, ið búleikast her, er hetta sera hugaligur lesnaður.

Hóast fyrivarni sjálvandi skal takast fyri, at úrslitið við ársenda ikki verður eins gott, sum metingin gevur ábending um, so kunnu vit staðfesta, at vit higartil í ár hava fingið slakar átta milliónir kr. meiri inn í persónskatti, enn væntað. Tað er ein meirinntøka á 12,8%.


Neyðug skattahækking

Tá vit sótu við fíggjarætlanunum fyri 2015, sá út til, at peningur fór at resta í.

Vit høvdu stórar visjónir um tænastur og íløgur, sum vit ynsktu at veita borgarum í kommununi, og við støði í framrokningum hjá Taks, løgdu vit fíggjarætlanina. Tá avtornaði sá út til, at tað fóru at mangla 3,5 milliónir í .

Stóru postarnir vóru til dømis íløgan í nýggja skúlan og býarbussarnir, og fyri at fáa fíggjarætlanina av javnviga, var skattaprosentið hækkað ½%.


Óbrúktir íløgupengar

Eg eri sannførd um, at kommunan altíð eigur at hava nýggjar íløgur á fíggjarætlanini, fyri at gera tað betri at búgva í Norðoyggjum.

Til dømis er stóri, samanlagdi skúlin, sum verður ein skúli fyri allar Norðoyggjar, ein týdningarmikil raðfesting. Fyrsta byggistig á 100 milliónir er stórt, men neyðugt, um skúlagongdin hjá okkara børnum ikki skal ávirkast av teimum forstýrandi umstøðum, sum ein út- og umbygging altíð hevur við sær.

Íløgur eiga sum heild altíð at verða langtíðarraðfestar. Tað skapar tryggleika fyri bæði myndugleikar, umsiting og borgarar. Men vit hava tó seinastu árini sæð, at avsettu íløgurnar ikki verða brúktar. Partvís tí at ferðin á privata arbeiðsmarknaðinum er so mikið høg, og tí er eftirspurningurin eftir føryskari arbeiðsmegi stórur.

Fíggjarætlanin hjá kommunini má og skal hanga saman við arbeiðsmarknaðinum, og tí eigur kommunan ikki at seta meira av til íløgur, enn brúkt verður.

Heldur eiga vit at nýta pengarnar til at gjalda skuld niður hesi tíðarskeiðini við nógvum arbeiði. Tá so samfelagshjólini aftur skulu fáast at mala skjótari, kann ein fíggjarliga sterk kommuna, vera við til at gera nýíløgur, umvælingar og annað.


Rætt at taka minni skatt

Nú hálvt ár er runnið av 2015, kunnu vit gleðiliga staðfesta, at vit hava eina meirinntøku á 7,8 milliónir, við einum skattaprosenti á 22 %, um skattaprosentið ikki varð hækka, hevði meirinntøkan verið 6,4 milliónir. Hóast vit skulu rinda skuld niður, haldi eg tað vera rætt, at vit aftur lækka skattaprosentið.

Eftir summarsteðgin fer býráðið at gera fíggjarætlanina fyri 2016; og fari eg at heita á eitt samlað býráð um, at vit aftur hesuferð gera eina góða, spennandi og framskygda fíggjarætlan – tó við einum lægri skattaprosenti til gleði og gagns fyri allar okkara borgarar.


Við ynski um eitt gott summar fyri øll,

Signhild V. Johannesen, býráðslimur