Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknamiðstøðin fær viðtaluportal

Nordlysid

Á býráðsfundunum 9. juli og 17. september samtykti Klaksvíkar Býráð at veita eina eykajáttan til ein læknaviðtaluportal/heimasíðu at betra um samskiftið millum borgaran og Læknamiðstøðina.

Ábýráðsfundunum 9. juli og  17. septembersamtykti Klaksvíkar Býráð at veita eina eykajáttan til ein læknaviðtaluportal/heimasíðuat betra um samskiftið millum borgaran og Læknamiðstøðina.

 

Seinastu tíðina hevur av og á verið at hoyrt um, at tað tiltíðir er trupult hjá borgarum at fáa samband við  læknamiðstøðina, og nú verður nakað ítøkiligtgjørt fyri at betra um hesi viðurskifti.

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður upplýst, at TrivnaðarnevndinEldri og Bústaðir hevur samtykt at stovnseta ein viðtaluportal/heimasíðu atbetra um samskiftið millum borgaran og Læknamiðstøðina.

Sum skilst, so liggur í kortunum, at viðskiftafólkini ínýggja viðtaluportalinum skulu fáa møguleikar at bíleggja tíð hjá lækna,endurnýggja resept, biðja um svar upp á kanningar o.s.fr.

Viðtaluportalurin verður klárur at taka í nýtslu í januar2016, verður upplýst í býráðssamtyktini.