Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknaskrivari til Læknamiðstøðina í Klaksvík

John William Joensen

Setan 1. juni , ella skjótast gjørligt hereftir.

Kundi tú hugsa tær nýggjar avbjóðingar, spennandi arbeiðsuppgávur, nýggj attraktiv arbeiðshølir, góðar samstavsfelagar og møguleikar fyri persónligari menning?

Um hettar tiltalar teg, so er tú møguliga læknaskrivarin vit leita eftir til Læknamiðstøðina í Klaksvík.

Arbeiðið umfatar vanligt læknaskrivara arbeiði, so sum at skriva lækna diktatir og at taka telefonina. Við tíðini er ætlannin at fleiri læknaskrivarar skullu arbeiða saman í einum dynamiskum toymi.

Arbeiðstíðin er frá 08.30 til 14.00 (møguliga til 15.00)

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vit ímynda okkum at tú ert útbúgvin læknaskrivari, er humoristisk, opin, álítandi og arbeiðir miðvíst. Harútyvir ert tú fleksibul og hugsar klárt tá á leikar. Tað ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til KT.

Okkara mál er at vit saman, tvs. skrivarar, sjúkrasystrar og læknar skulu skapa landsins bestu læknamiðstøð, til gleði fyri sjúklingar og starvsfólk. Og hevur tú hug at gerast partur av hesari "proces", hoyra vit fegin frá tær.

Hevur tú tørv á fleiri upplýsingum kannst tú seta teg í samband við lækna Claus Neumann á tlf. 21 15 16 ella teldupost clausneumann@hotmail.com

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mai 2005.

Skrivligar umsóknir í brævbjálva merktur "Læknaskrivari" við CV, avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til:

John Færø
Klaksvíkar Kommuna
700 Klaksvík

Læknamiðstøðin í Klaksvík var almennt tikin í nýtslu í Desembur 2004. Húsið er í tveimum hæddum og liggur miðskeiðis í Klaksvík. Á Læknamiðstøðini eru allir nútíðar hentleikar.
Fyrsti kommunulæknin er fluttur inn og ætlannin er at har skulu starvast 4 fastir kommunulæknar umframt klinikstarvsfólk. Allir stovnar innan føroyska heilsuverkið fáa sum líður hava sama KT system. Í løtuni hevur tann konsultatiónin ið skrivari verður søktur til, edv-skipaninna Æskulap.