Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknaváttanir skulu koppast á høvdið

Helgi Abrahamsen

”Læknaváttanir eiga at siga, hvat arbeiði ein er førur fyri at gera, ístaðin fyri bert at siga, hvat ein ikki kann.”

”Læknaváttanir eiga at siga, hvat arbeiði ein er førur fyri at gera, ístaðin fyri bert at siga, hvat ein ikki kann.” Tað sigur Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um tað.

Flokkurin vísir á, at summi kunnu als ikki arbeiða vegna sjúku ella skaða, og hesi eiga sjálvsagt at hava læknaváttan út frá tí, men tað eru uttan iva eisini mong, sum kunnu gera lættari arbeiði, hóast tey ikki hava fullan førleika.

Skipanin sum Fólkaflokkurin mælir til er roynd í Svøríki við góðum úrslitum, sigur flokkurin.

”Bæði arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar hava tikið væl ímóti skipanini. Hon skapar størri nøgdsemi hjá báðum pørtum,” stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum er eitt uppskot til samtyktar, sum heitir á landsstýrið um at gera lógaruppskot á økinum.