Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Læknin frá "Lægens bord"

Oliver Joensen

Kendi danski sjónvarpslæknin Peter Q Geisling var sera væl nøgdur við sína føroyavitjan. "Slíka ófatiliga sjón havi eg aldri áður upplivað", segði hann um ótrúliga vøkru Kalsvík.

Ein slíkur maður sum Peter Q. Geiling sleppur sjálvdan undan arbeiði, og á føroyaferðini hesaferð hevði hann eisini fyrilestrar fyri millum øðrum, Atlantic Airways, Føroya Tele og Norðoya Sparikassa. Men leygardagin var høvi at fara á ein stuttleikatúr við vinmonnum norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð og inn á Kalsvík, har Kalsvík og fuglameingið har vísti seg frá síni vøkru síðu, ímeðan kóparnir forvitnaðust kring um bátin. Eisini var høvi at fara upp á land undir Kallinum, har Peter Q. Geisling kom í nærkontakt við ein havhest í lá á eggi sínum.
Sunnukvøldið varð síðani skipað fyri einum gongutúri niðan í Gravardal og norður eftir Kjølinum.
Norðlýsið var við á Kalsvík og vit lata myndirnar talað fyri seg.

Harleyfacadeacryl