Søkt verður eftir 2 lærarum at byrja 5. januar 2015, sum eru samstarvsinnaðir, er fyrikomandi, kveikjandi og hava hugsjónir um fakliga og námsfrøðiliga menning. Lærararnir skulu hava hug og hegni at undirvísa og virka fyri at skapa virðing fyri skúlanum.
Førleiki
grundútbúgving sum yrkislærdur innan viðkomandi fakøki, ella hava hægri viðkomandi útbúgving, umframt vanliga í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir.
Setanartreytir
eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo ella
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
700 Klaksvík
í seinasta lagi 24. november 2014.
Eru spurningar um starvið, so kann ringjast til Atla Feilberg Hansen, økisleiðara ella Rúna Heinesen, skúlastjóri.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
telefon nr. 456311




