Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærari og rithøvundur 70 ár

Jórun og Osmund

Leygardagin 8. oktobur fyllir Martin Fjallstein sjeyti. Martin varð borðin í heim og vaks upp í Leirvík úti á Áargarði.

Ikki var langt ímillum húsini hjá okkum og hjá teimum, men við tað at hann var nakað yngri enn eg, so vóru vit ikki so nógv saman sum ungir dreingir. Tað kundi tó verið ein longri søga at skriva um uppvøksturin hjá okkum dreingjum úti á Garði (Rosenvej), men verður tað ikki á hesum sinni.

Eftir uppvøksturin fóru flestu av okkum í hvør sína ætt. Martin giftist í 1967 við Betty Dalsgarð av Argjum, og eiga tey 3 børn. Tey búgva í Helsinge á Norðursælandi.

Martin tók læraraprógv í Odense í 1976. Hann hevur havt ymisk lærarastørv og mong onnur størv sum ikki verður greitt frá her. Einaferð um ta tíðina tá ið Bátasavnið var opnað í Leirvík, komu Martin og eg at tosa um allan tann útróður, sum hevði verið í Leirvík upp ígjøgnum øldirnar, og um hvussu tað hevur myndað hesa bygdina og tey fólk sum her hava búleikast. Vóru samdir um at spell var, at hetta ikki var fest á blað.

Sum tann søgufróðarmaður, sum Martin var og er, so visti eg, at longu tá hevði Martin skrivað nógv niður í brotum, sum lá spjatt í ymiskum goymslum hjá honum.

Av teimum eldru sum vistu nógv um útróður, vóru nú fáir eftir á lívi, og var tað tí nú í tøkum tíma at fáa fatur á allari tí vitan, sum hesir menn og kvinnur sótu inni við, um ikki nógv av søgu skuldi gleppa okkum av hondum.

Eftir hetta bleiv so ein grunnur stovnaður til frama fyri Leirvíkar søgu at savna pening til hesa ætlan.

Av fyrstum bleiv mest hugsað um útróðrarsøguna út frá Leirvik og til lands í Íslandi. Seinnri bleiv tó avgjørt, at hetta eisini skuldi blíva ein bygdarsøga.

Í 2007 fór Martin til verka, og tað var ikki hissini! Hann byrjaði við býlinginum á Toftanesi frá umleið ár 1000-1200 og helt áfram ígjøgnum alla bygdina við søguni. Frá umleið 16-1700 til 2014 er hvørt mansbarn í bygdini nevnt.

At skriva eina so útgreinaða bygdarsøgu sum hesa krevur eitt sera stórt granskingararbeiði, sum samstundis krevur eitt sera gott tol. At skula savna og nevna umleið 3000 nøvn við eftirnavni, at finna myndir av fólki, bátum, skipum, húsum, varðum, hjallum, útgrefstri v.m., at støkka inn á gólvi hjá so mongum fólkum og eitt ótal av telfonsamrøðum. Alt hetta krevur menniskjaligar eginleikar og hegni langt yvir tað vanliga. Hetta eigur Martin stóra tøkk fyri.

Hesi 6 bindini, sum hann hevur greitt úr hondum, er søga, sum sigur frá sera nógvum, sum er farið fram í bygdini. Hon sigur frá ljósum og dimmum døgum, frá sorg og gleði, frá bátum sum komu borðfullir í dýrdarveðri av Norðhavinum, men eisini sigur hon frá feigdardøgum, og frá teimum sum ikki vunnu upp land og ongantíð komu aftur á støðna. Hon sigur frá slektum og ættarliðum, sum vit lítið kendu til áður. Somuleiðis sigur hon frá veður og vindi og teim liviumstøðum, sum okkara forfedrar hava búleikast undir.

Hon minnir okkum eisini á tey menniskju, sum í ringum tíðum settu alt sítt egna til síðis fyri at hjálpa øðrum. Tey, sum vóru faðirleysum faðir og móðir.

Hendan bygdasøga, sum Martin hevur skrivað, er eindømi í landi okkara. 2900 síður við umleið eini mill. orðum og tilhoyrandi myndum. Hetta hevur kravt eitt ótrúligt seiggi.

Frá tí byrjað bleiv at fyrireika, tók hetta sjey ár at fáa frá hondini. Hetta tók mest somu tíð sum patriarkurin Jákup mátti tæna fyri at fáa Rakul til konu, tað var honum nógv stríð og aftrat hesum bleiv hann so eisini lumpaður. Men ikki so hjá okkum bygdafóldkinum. Vit blivu ikki lumpað. Nú sita eftirkomararnir við eini heilari lexikon at slá upp í!

Tað er so sera umráðandi at skriva niður tað, sum ein hoyrir og sær. Um ikki alt tað, sum er frásagt í hesum stóra bókaverkið, var niðurskrivað, so var longu nú ein stórur partur endaður í tíðarinnar og gloymskunnar havi. Men hetta kláraði Martin eftir gjølla at hava ransakað frásøgukeldurnar til hetta bókaverk. Treyðugt so, at ikki okkurt navn ella frásøgn kom skeivt fyri, men ongantíð við vilja.

Eitt er at skriva søgu um tað, sum hendi fyri tvey hundrað árum síðani. Tá er lætt at seta gloriu á persónar, ella eisini at lasta, tí har eru eingi vitnir at siga frá ella at mótmæla. Men tað sum Martin hevur skrivað, fevnir líka til dagin í dag, og tað varð ein stór avbjóðing at skula skriva um bygdalagið, sum hann vaks upp í og fólkið, sum hevur búðleikast her um sama mundi uttan at hava gingið onkrum ov nær og skapt trega. – Meiningarnar um hvønn annan eru jú oftani ymiskar.

Góði Martin, nú tú rundar tey sjeyti, vilja vit við hesum nýta høvi at takka tær fyri, at tú gjørdi hettar megnar verk, sum bleiv til Leirvíkar bygdarsøga, bind 1-6 og somuleiðis fyri allar fyrilestrar og frásagnir annars, tú hevur haft á Savninum og í Bygdarhúsinum.

Góði Martin, nú tú rundar tey 70, vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og mong góð ár enn saman við familju tíni. Vónandi kemur nógv aftrat frá penni tínum!

Jórun og Osmund