Í síðstu vóru 14 venjarar í Føroyum á venjaraskeiði í Danmark, og teir vitjaðu nakrar av fremstu venjarunum í norðurlondum og hoyrdu teir greiða frá sínum venjarayrki. Millum føroysku venjararnar vóru fýra Klaksvíkingar
Ferðin hjá føroysku venjarunum var partur av venjaraútbúgvingini, sum teir 14 venjararnir taka næsta árið. Talan er um hægstu venjaraútbúgvingina í Føroyum, og hon er samskipað við A-útbúgvingina hjá UEFA.
Millum venjararnar á skeiðnum eru fýra venjarar úr Klaksvík – Oddbjørn Joensen, sum ein part av farna kappingarári var 1. deildarvenjari hjá KÍ, Finn Johannesen, sum var ungdómsvenjari hjá KÍ, men nú er venjari í B36, Bill McLeod Jacobsen, sum seinasta árið hevur vant FS Vágar, og Eyðun Klakstein, sum er ungdómsvenjari í KÍ.
Aðrir venjarar, sum eru við á skeiðnum, eru Krzysztof Popczynski, Piotr Krakowski, Jens Martin Knudsen og aðrir.
Laudrup og Backe
Føroyska ferðalagið hugdi eftir venjing og dystum í FCK, Brøndby og hjá norska landsliðnum. Nakrir av fremstu venjarunum í norðurlondum høvdu upplegg fyri føroysku venjarunum og svaraðu spurningum, og teirra millum vóru Michael Laudrup, venjari í Brøndby, Hans Backe, venjari í FCK, Aage Haareide, venjari hjá norska landsliðnum, Jesper Løwind Andersen, fysiskur venjari í FCK og Peter Rudbæk, fyrrverandi venjari hjá AGF, AaB og øðrum feløgum.
Ferðin var sera áhugaverd, og luttakararnir á skeiðnum fingu møguleikan at kunna seg við venjingina og arbeiðið í fremstu feløgunum í Danmark.




