Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærlingur til Timburdeildina hjá Borg í Klaksvík

Hannefíða Joensen

Vilt tú vera við til at menna og betra um tænastustøðið hjá eini spennandifyritøku, so bjóðar BORG nú eitt lærupláss í timburdeildini í Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur
Saman við hinum starvsfólkunum í timburdeildini hjá Borg kemur tú at taka tær av allari sølu av timbri og tilhoyrandi byggitilfari. Arbeiðið fevnir eisini um tilboðsgeving í sambandi við bæði størri og smærri byggiverkætlanir. Hóast timburdeildin í Klaksvík er títt lærupláss, kemur tú eisini at starvast á hinum deildunum okkurt tíðarskeið.


Vit vænta av tær
– at tú ert ágrýtin, røkin og arbeiðssom/-samur
– at tú hevur góð samstarvsevni
– at tú tekur ábyrgd
– at tú dugir at vísa kundavinsemi og veita eina góða tænastu
– at tú hevur koyrikort


Ynskiligt er
at tú byrjar skjótast gjørligt. Meira upplýsing um læruplássið, fæst við at seta seg í samband við Hallur Joensen tlf. 555590.


Freistin at søkja er mikudagin 10. juli 2013.


Umsóknir skulu sendast til:
Borg Runavík
Fjøruvegur 5
620 Runavík
Att.: Hallur Joensen

ella við telduposti til: 

hallur.j@borg.fo 

Tak niður pdf fílu av lýsing niðanfyri