Síðst í februar vóru 60 býráðslimir úr Kommunusamskipan Føroya, KSF – ið umfatar: ag og fingu eitt "grundskeið" í kommunupolitikki.
Seinnu helvtina av vikuni, frá mikukvøldi vóru tey ið vóru vald áður, eisini áleið 30 býráðslimir eisini við á skeiðnum. Felags parturin byrjaði við evninum "kommunala eftirlitið", har vit fingu ymiskar uppgávur at loysa útfrá kommunulógini og síðan vóru tær rættaðaðar eins og uppgávurnar hjá eftirlitinum vóru framlagdar.
Høvuðsevnið hósdagin var um samanspæli millum politikarar og embætisfólk. Hvussu Brørup kommuna við 6000 íbúgvum arbeiðir við virðisleiðslu og hevur sett sær eina visión við málum ið skulu náast fyri øll økir í komunnuni. Tey nýta tað ið nevndist kontraktstýring, tað vil siga at stovanr og kommuna gera ein sáttmála sínamillum um tænastuna ið síðan javnan verður eftirmett. Henda skipan er bygd á mál og rammustýring og ger tað munandi fríari hjá stovnum at útinna sína tænastu enn vit kenna tað hjá okkum. Hesinfyrilestur var sera áhugaverdur og viðkomandi fyri okkum, kanska serliga tí kommunan ikki er nógv stórri enn okkara og tí kunnu vit samanbera okkum við hana.
Síðan var vitja í Rougsø kommunu, ið eisini er ein lítil kommuna. Býráðið har hevur ongan meiriluta og minniluta. Her eru 15 býráðslimir, 9 av teimum samdust um meiriluta men valdu at taka hinar 6 uppí, tí hevur minnilutin formannin í sosialu nevnd og alt býráðið arbeiðir saman.
Høvuðsfyrilesturin seinna dagin var frá Lisbeth Niebelong, ið sum ung búði í Føroyum og hevur skrivað hópin av bókum, millum annað skaldsøguna "Når engle spiller Mozart", ið ferð fram í Føroyum. Lisbeth er útbúgvin blaðmaður og hevði hon ein sera áhugaverdan fyrilestur við dømum úr Føroyska blaðheiminum. Hon tosaði um hvusssu ein kunnar borgarnar, um hvat fyriferst í kommununi, og hvussu ein kann velja at seta borgaran í sentrum, tá ið ein sum kommuna tilrættaleggur sína kunning út í samfelagi.
Skeiðið endaði við einum rundborði við borgarstjórunum í KSF um framtíðina hjá føroyskum kommunum. Semja var millum annað um, at arbeiða víðari við at fáa tey 9 økini, ið KSF var stovna uppá í 1999, sum framtíðar kommunueindir. Tosað var um "netværk" ímillum býráðspolitikarar. Og at strongja á at fáa lagt fleiri økir út til kommunnar at umsita.
Samanumtikið ein sera lærurík ferð, har vit sum býráðslimir fingu nakað at hugsa um og nøkur amboð ið vit kunnu nýta í okkara dagliga arbeiðið sum býráðspolitikarir.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.
http//heima.olivant.fo/ ~eydgunn




