Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lættari gerandisdagur – lægri livikostnaður

Kristianna Winther Poulsen

Fyri føroyskar familjur við lægri inntøkum ber illa til at fáa endarnar at røkka saman. Og forsyrgir tú familjuni sjálv, uttan at fáa høga løn, eru royndirnar at venda hvørjari krónu eitt endaleyst stríð – hvønn einasta dag.

Matur tungur útreiðslupostur

Tað er alt ov dýrt at búgva í Føroyum, og prísurin á matvørum er ein tungur útreiðslupostur hjá nógvum húsarhaldum. Í fleiri londum er MVG-taksturin á gerandismatvørum lægri enn á øðrum vørum og tænastum, meðan vit í Føroyum, júst sum í Danmark, hava 25 prosent í MVG á øllum vørum, eisini matvørum.

Matvørur lægri MVG

Fleiri lond í Europa gera mun á MVG-takstunum, serliga tá ið talan er um matvørur. Summi lond hava sama lága MVG-takst fyri allar matvørur, meðan onnur lond gera mun á, hvat slag av matvørum, talan er um. Onkustaðni hava neyðsynjar-matvørur lágan MVG-takst, meðan marglætis-matvørur hava høgan MVG-takst, og aðrastaðni er lágur MVG-takstur á heilsugóðum vørum. Nevnast kann, at í Írlandi og í Onglandi er einki MVG á vanligum matvørum.

Heilsugóður kostur

Umframt lægri MVG á gerandismatvørum hava nógv lond lægri MVG á heilsugóðum vørum. Nógv heilsustarvsfólk mæla til júst hetta, tí at rættur og sunnur kostur er fyribyrgjandi fyri sjúkur so sum krabbamein, hjarta-æðrasjúkur og diabetes. At hava betri ráð til at eta rættan kost hevur tí stóran týdning fyri heilsuna hjá tí einstaka menniskjanum, samstundis sum hetta kemur samfelagnum til góðar við, at útreiðslur til heilsuverkið lækka.

Umsitingin

Eg eri greið yvir, at tað kann vera trupult hjá handlum at umsita eitt MVG-gjald, sum ger mun á vørunum. Men onkur loysn skal finnast, sum eisini ber til umsitingarliga, so at eisini fólk, sum ongantíð fingu part av flatskattinum – skattalættanum fyri betra slagið.

Ein kostnaðarlækking av gerandisvørum røkkur út í øll heimini og kemur ikki bara teimum fáu til góðar.

Verði eg vald, fari eg at arbeiða fyri einum lættari gerandisdegi hjá øllum føroyingum.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið 1. september

Harleyfacadeacryl