Veturin er farin og summarið er í hondum og venjingarnar hjá Betesdakórinum fyri henda veturin fara at fækkast.
Áðrenn farið verður í summarfrí, skipar kórið fyri einari sangløtu í Betesda sunnukvøldið 24 mai kl. 18.00. Á skránni vera lættari sangir við góðum tónleiki afturvið – bæði týddir og upprunaføroyskir sangir. Stuttar lýsingar og frágreiðingar verða um sangirnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin!




