48 løg er tað blivið til hesi 21 árini, ið Páll Finnur Páll hevur verið til. Tað nýggjasta kom út í dag. Dania O. Tausen er gestasangari.
Cadmium er hvítt silvurkent metall, sum týskararnir Stromeyer og Hermann funnu metallið í 1817. Cadmium er vanliga at finna í zink-námum og hevur verið nýtt til at lita glas og at styrkja plastik. Cadmium verður sjáldsamt nýtt í dag, tí tað er heilsuskaðiligt. Cadmium er nr. 48 á periodisku talvuni. Hetta lagið, Nær kemur tú heim, er nr. 48 hjá Páll Finnur Páll.
Orsakað av korona er lagið seinkað dagar at koma á stroyming-tænastuna Spotify.
Men tað er klárt á youtube og kann hoyrast her:



