icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lágætt

Hanus Kjølbro

Ættin fer at liggja um sunnan og eystan fyri sunnan nakrar dagar. Lýggjari luft úr miðjum Norðuratlantshavi rekur ímóti Føroyum.

Hitin kring oyggjarnar er eini 2 – 3 stig heitari enn í gjár og fyrradagin. Hetta verður væntaða hitalagið næstu dagarnar.

Vindferðin í dag fyri alt landið er veksandi úr 8 til 13 m/s úr suðuri nú á middegi til 15 til 20 m/s á midnátt.

Seinnapartin og í kvøld kunnu æl væntast við regni. Í nátt verður regn.

Í nátt og allan morgin verða 15 til 20 m/s úr suðuri ella landssynningi-suðuri – onkra løtu morginári 18 til 23 m/s. Skýggjað veður við ælingum allan morgin.

Seinni í viku fara leivdirnar av tropisku ódnini Oscar at síggjast í Miðatlantshavi. Enn er ógvuliga óvist, hvussu nær hon kemur Føroyum. Meiri um tað seinni.