Leygarkvöldið 7. Mai kl. 20.30 í Töting.
Tíðindaskriv – tiltak:
Leygarkvöldið 7. Mai kl. 20.30 í Töting.
Vit hátíðarhalda eina nýggja útgávu og fáa smakkroynd á einari komandi útgávu í Töting.
Umframt at mongu limirnir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd til góðan tónleik, verður eisini høvi at lata eitt oyra í stuðli til Fountainhúsið.
Rökkvi:
Handan listafólkanavnið Rökkvi, goymur seg Fuglfirðingurin Rógvi Oddvörson.
Rökkvi er ein lutfalsliga nýggj tónleikaverkætlan. Rökkvi luttók á tónleikakappingini Sement fyri einum ári síðani, har bólkurin stóð seg væl.
Rógvi hevur saman við bólki síðnum, veruliga fingið vind í seglini, aftaná nýggju útgávuna Where Is The Sun, ið teir nýliga hava verið á konsertferð við í Danmark og í Grönlandi.
Tónleikurin ið Rökkvi spæla, kann lýsast sum lagfagur elektroniskur popp-rokkur.
https://www.facebook.com/roekkvi/?fref=ts
Ranchus:
Fyri akkurát einum ári síðani, kom fyrsta útgávan hjá Ranchus “Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass” á göturnar. Ikki kann sigast um hesar ungu garparnar, at teir liggja á latu síðuni, tí bólkurin er í verandi lötu, við at leggja seinastu hond á næstu útgávuna. Tað verður hesin nýggji tónleikurin, ið Ranchus kemur at borðreiða við í Töting leygarkvöldið.
Ranchus spæla skitnan dygdargóðan og orkufullan sýru-rokk, við einum ísletti av punki, men stundum verður eisini gjørt pláss til tað meira eyðmjúka, vakra og stilla.
Ungu tónleikarnir ið mynda Ranchus eru: Sigmund Zachariasse, Ólavur G. Á Skipagötu, Hans Andrias Gregoriussen og Sjúrður Samuelsen Samuelsen.
https://www.facebook.com/Ranchus/?fref=ts
Ókeypis atgongd fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót. Um tú ikki ert limur, er kostnaðurin 150 kr. og tú hevur eisini möguleikan at tekna teg sum lim í Grót.




