Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagið var gott við Gjógv seinapartin

Oliver Joensen

Vit vóru ein túr við Gjógv og fingu eina mynd av landsstýrismonnunum, nú teir fundaðust millum annað um Sandoyartunnilin.

Vit fingu tó onga ábending um nakað sum helst uttan tað eygleiðing vit kundu gera.

Tá vit beint eftir døgurða komu til Gjáar, vóru landsstýrisfólkini ein gongutúr niðri við gjónna. Lagið sýntist vera gott og landsstýrisfólkini skemtaðu við at hetta kanska bleiv seinasta myndin av hesi landsstýrissamgonguni.

Sum skilst skuldi fundurin vera liðugur kl. 16 ídag, men tá vit ringdu til Gjáar um 16.15 var fundurin ikki liðugur og roknað var at hetta fór at taka nakað tíð afturat.