Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagnan hjá føroysku ælabogasílunum óviss

Oliver Joensen

Í einum vatni, eini vatngoymslu hjá SEV, í Heygadali í Vestmanna, ganga eini 840 ælabogasíl og bíða eftir lagnuni.

Søgan hjá sílunum er long, sera long. Søgan kann rekjast upp heilt aftur til tíðina, tá Júst í Túni sáli byrjaði sílaaling í Skálabotni. Farvegurin eftir sílahyljarnar hjá Júst í Túni síggjast enn omanfyri vegin í Skálabotni, beint vestanfyri Effostøðina har.

Nógv vatn er runni síðani tíðina tá Júst í Túni byrjaði í 60-unum og ikki minst er stórt menningararbeiði gjørt við ”føroysku” ælabogaættina, sum skiftandi fólk innan føroyska sílaaling upp gjøgnum tíðina, hava havt í hondum.

Hóast sílini í upprunanum ikki vóru føroysk, so hevur sílaalingin í Føroyum í meira enn 50 ár alla tíðina ligið eftir, at mennt teir eginleikar í sílunum, sum heimsmarknaðurin hevur vilja havt.

Úrslitið er, at sílini, sum ídag ganga í Heygadali, mugu roknast fyri at vera ein serlig føroysk ætt, ið er serstøk.

Vit, sum hava roynt hesi ælabogasílini á døgurðaborðinum vita, at reyði liturin á føroysku sílunum er heilt einastandandi og hartil er smakkurin ótrúliga góður. Tey eru mong, ið taka eitt ”føroyskt” ælabogasíl framum nógvan annan fisk.

Men føroyingar valdu heldur at fara undir laksaaling enn sílaaling. Tað er eitt val, sum vinnan hevur gjørt, eitt val, sum hevur verið til ómetaligt gagn fyri føroyska samfelagið.

Hinvegin, so eiga vit eisini eitt tilfeingi í ælabogasílum. Um ikki so góður sum laksamarknaðurin, so er framvegis marknaður fyri ælabogasílum.

Menn hava áhuga í at fara undir aftur aling av ælabogasílum og eisini bleikjum. Sum kunnugt so er bleikjan ein urfiskur, ið menn meina hevur yvirlivað ístíðina í Leynarvatni og sum síðani er borin í onnur vøtn í Føroyum.

Meira um ælabogasílini og bleikjurnar seinni.