Real Madrid spældi bara javnt í kvøld. Sostatt verður tað antin Atletico Madrid ella Barcelona, sum verður spanskur meistari í ár.
Real Madrid misti í kvøld og tískil bendur alt á, at avgerðin um spanska meistaraheitið fellir á Nou Camp á seinasta leikdegnum.
Valladolid javnaði í 85. minutti móti Real Madrid í kvøld. Javnleikurin merkir, at Real Madrid helst er úti av meistarastríðnum, nú teir hava 4 stig upp til Atletico Madrid og 1 stig upp til Barcelona, nú bara tvey umfør eru eftir.
Sunnukvøldið verður næst seinasta umfar spælt í La Liga. Tá spælir Atletico Madrid á heimavølli móti Malaga og Barcelona spælir á útivølli móti Elche. Real Madrid spælir á útivølli móti Celta Vigo.
Vinnur Barcelona sín dyst, so verður avgerandi dysturin um spanska meistaraheitið á Nou Camp í seinasta umfarinum, tá Barcelona og Atletico Madrid bresta saman.




