Jógvan Amonsson, statsaut. revisor og stjóri í Januar, sigur at tey eru ørkymlaði av at síggja útrokningar, sum teir hava gjørt í heilt øðrum sambandi, verða brúktar sum útrokningargrundarlag undir lógaruppskotinum um tilfeingisgjøld fyri 2019, sum er til viðgerar í løgtinginum.
Tann 11. februar 2019 legði landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum uppskot um veiðugjøld fyri 2019 fyri løgtingið. Í lógaruppskotinum verður víst til útrokningar, sum eru brúktar sum grundarlag fyri lógini. Á síðu 13 í lógvaruppskotinum, sæst ein talva (talva 1), sum vísir á útrokningargrundarlag grundað á roknskapartøl fyri árini 2013-2017.
Í talvini síggjast tølini fyri veiðubólk 1 (Fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski á øllum leiðum). Sum grundarlag fyri útrokningunum stendur at 12 skip eru í veiðubólki 1, t.v.s. at roknskapirnir hjá 12 skipum eru brúktir sum útrokningargrundarlag. Men hetta talið er skeivt. Í 2017 vóru 16 skip í hesum bólkinum og hóast útrokningarnar siga seg byggja á miðaltøl fyri árini 2013-2017, stemma tølini heldur ikki, tí í miðal vóru 13 skip hetta tíðarskeiðið. Við einum slíkum feili kann skjótt ivi verða sáddur um, um allar rakstrarútreiðslurnar eru tiknar við fyri 2017.
Standa spyrjandi.
Jógvan Amonsson, stjóri í Januar, váttar at teir eiga útrokningarnar, og hann skilur ikki hví hesar eru komnar at standa í nýggju lógini um tilfeingisgjøld, sum landsstýrið hevur sent løgtinginum.
– Útrokningarnar eru gjørdar í heilt øðrum sambandi, sum vegleiðing til reiðarar og talan er um tøl sum eru bygd á almennar roknskapar. Útrokningarnar eru ikki gjørdar sum grundarlag fyri einari skattalóg ella avgjaldslóg. Um vit høvdu vitað at tey skuldu brúkast til lógararbeiði, so vóru vit sjálvsagt noyddir at fari inn og viðgjørt hvønn einkultan roknskap og tað hava vit als ikki gjørt sum eg síggi í lógini.
Fiskimálaráðið
Norðlýsið spurdi seg fyri í fiskimálaráðnum í morgun og har var sagt at tølini vóru brúkt meira sum dømir. Men soleiðis lesa grannskoðararnir ikki lógina, tí tølini standa ikki undir viðmerkingum til lógina, men sum beinleiðis lógartekstur í §3 stk..6. og tølini eru beinleiðis brúkt til Kunngerðina um veiðigjald fyri 2019.



