Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lágtrýst - Hvat er tað?

Frágreiðingar um veðrið, hvussu tað er og fer at verða, byrja so ofta við einar lítilari søgu um eitt ella fleiri lágtrýst, at at dýpist ella grynnist, flytur seg tann og tann vegin, og tí fer veðrið hjá okkum at broytast.

Men hvat er eitt lágtrýst?

Eitt lágtrýst er ein malandi skipan, har sum heit og køld luft mala rundan um eina miðju. Tað, sum fær alt at mala, er at heit úr tropunum og køld luft av pólinum luft trýsta seg ímóti hvørjum øðrum. Tann heita luftin kemur úr tropulnum; tann kalda luftin kemur av pólinum. Har hesar ymisku luftnøgdirnar møtast, kallast pólbrúgvin.

Luftin melur rundan um miðjuna á lágtrýstum norðan fyri Miðkringin ímóti klokkuni; sunnan fyri Miðkringin er øvugt.

Kalda og heita luftin í einum lágtrýsti blandast ikki. Hesar báðar luftnøgdir trýsta á hvørja aðra, og har brúgvaløg eru, er skýggjað veður saman við regni, sirmi og – á vetri – kava. 

Tey lágtrýst, sum raka okkum – ella fara framvið norðan fyri ella sunnan fyri Føroyar – Standa upp á leiðunum við eysturstrondin í USA og Kanada. Tann kalda luftin av Norðpólinum, sum skal til at fáa alt at mala, kemur úr Norðurkanada; tann heita luftin úr tropunum, sum eisini skal til at fáa alt at mala, kemur úr Atlantshavinum.

Tað er munurin á hesum luftnøgdum, sum ger av hvussu máttmikið lágtrýstið verður. Á vetri er munurin á teirri køldu luftini og teirri heitu luftini vanliga stórur. Tí eru lágtrýstini djúpari tá. Á sumri er munurin vanliga minni, og lágtrýstini ikki so djúp.

Eftir at lágtrýstið er uppstaðið, fer tað at ferðast eina snúgvandi leið eystureftir. Júst hvørja leið, lágtrýstið tekur, velst serliga um luftstreymar oman fyri okkum – í umleið 5000 metra hædd. Hesir luftstreymar eru ikki lættir at finna útav – og teir eru helst tann størsta avbjóðingin at fara undir, skulu veðurforsagnir gerast meira álítandi.

Eitt lágtrýst livir í 3 til 8 dagar. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…