Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lágtrýstið á veg suður um okkum í løtuni

Hanus Kjølbro, Sjónám

Lágtrýstið var spátt at fara norðan fyri Føroyar, men í løtuni bendir alt á, at tað fer sunnan fyri okkum. Ikki óvanlig broyting á okkara leiðum á vetrardegi.

Lítla broytingin í leiðini fer at hava eitt sindur av muni í veðrinum í morgin.

Tað verður um 3-4 tíðina, at ættin fer í landsynning og tað fer at æla við vátakava og/ella kava. Um 7-8 tíðina er ættin farin upp í eystan, vindferðin 8 til 12 m/s. Á middegi er ættin farin í útnyrðing; vindferðin fer at vera 14 – 17 m/s. Alla tíðina ælingar við vátakava og/ella kava.

Klokkan 4 seinnapartin er ættin komin niður aftur í vestan; vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s.

Ringa veðrið í sambandi við hetta lágtrýstið er at vera sunnan fyri okkum í Orknoyum og Hetlandi. Har fer vindferðin upp um 30 m/s.

Enn kunnu viðurskiftini broytast eitt sindur. Vit fylgja við.

Hanus Kjølbro, Sjónám