Fyri løtu síðani tosaðu vit við Kallanes og Norðsøka. Teir siga báðir frá lakari fiskiskapi í dag. Kallanes hevur verið suður úr Mykinesi og var komin um Mjóvanesleiðina tá vit fingu fatur á honum, Teir mettu seg at hava 4.700 ella so, hildu ikki at tað kom til 5000 Pund. Norðsøki segði seg hava nøkurlunda tað sama. Vit hava bollast nakað í dag og skulu vera glaðir fyri at hava fingið línuna aftur, Útivið 5000 metti Eyðólvur at teir høvdu. Hann segði eisini frá Petur Joleiv á Líðhamri, at teir høvdu eisini eini 4.500 til 5000 pund. Bragd er um at vera liðugur at draga og Brandur hevur ikki verið á útiróðri í dag.




