Teir størru útróðrarbátarnir hava lakari fiskiskap fyri tíðina. Í dag hevði Bragd 4.500 pund av ókruvdum.
Hesir avreiddu til Fiskamarknaðin og tí kruvdan fisk: Brandur 4.500 pund, Norðsøki 4.100 pund og Stakkavík 4.300 pund.
Tá vit tosaðu við Oddmar Niclasen á Bragd, Eyðólv Vang á Norðsøka og Janus Sørensen á Brandi vóru allir samdir um, at lakari fiskiskapurin seinastu dagarnar er orsakað av árstíðini, tá fiskiskapurin hjá útróðrabátunum vanliga er lakari.
Líðhamar setti ikki fyrr enn í lýsingini í morgun, so honum hava vit ikki frætt nærri frá enn.
Kl. 16.15 – Vit hava frætt frá Líðhamri, teir eru júst liðnir at draga. Setan gav góð 5.000 pund, um 100 pund á stampin.







