Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, sigur, at tað eru ábendingar um, at tað er minni av makreli til í ár, um samanborið verður við seinasta ár.
Norðborg og Christian í Grótinum hava verið ein túr í summar eftir makreli og sild. Flestu bátarnir sum hava fingið loyvið at fiska makrel sleppa ikki avstað fyrr enn í dag 21. juli. Men teir kunnu ikki vænta eins gott fiskarí, um ábendingarnar frá túrinum hjá Norðborg og Christian í Grótinum fara at halda.
KVF hevði eina samrøðu við Jón Rasmussen í dag, og samrøðan kann hoyrast HER.




