Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lakari upsa fiskiskapur

Jákup Ósá

Í vikuni hava Safir, Smaragd og Grønanes landað á Kósini. Fiskiskapurin er lækari enn fyri 2-3 vikum síðani.

Safir og Smaragd partola og høvdu teir 50.000 pund av upsa hvør. Grønanes partartrolar við Vesturtúgvu. Grønanes hoyrir heima í Klaksvík og landaði umleið 100.000 pund av upsa, verður upplýst á Kósini í dag. Seinni í vikuni landar Líðhamar, sum er á snelluveiðu í Íslandi. Har verður sagt frá smáligum fiskiskapi í ár. 

Klakkur landaði í gjár 100.000 pund. Hann royndi fyri tað mesta undir Føroyum og meginparturin var toskur.