Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laksaprísurin undir luppin

John William Joensen

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum hevur verið eitt afturvendandi evni á Aliráðstevnuni hjá Havbúnaðar-felagnum. Hesuferð fer Ragnar Nystøyl úr Noregi at greiða frá prísgongdini, og hvussu hann væntar, at prísurin fer at vera í 2013.

Prísurin á laksi á heimsmarknaðinum hevur verið eitt afturvendandi evni á Aliráðstevnuni hjá Havbúnaðarfelagnum. Hesuferð fer Ragnar Nystøyl úr Noregi at greiða frá prísgongdini, og hvussu hann væntar, at prísurin fer at vera í 2013.

Ragnar Nystøyl er dagligur leiðari hjá Kontali Analyse í Noregi, og hann fer at greiða frá, hvat er avgerandi fyri prísin á laksi á heimsmarknaðinum. Laksaprísurin hevur ymsar “prísdrivarar”, sum gera av, hvussu prísurin er, og Ragnar Nystøyl fer at greiða frá, hvussu hann væntar, at hesir fara at hátta sær í 2013.

Fleiri greinarar væntaðu, at prísurin í 2012 fór at vera lágur, men tað vísti seg kortini, at prísurin helt sær betri enn væntað. Hetta vísir, at tað er torført at spáa um prísin á laksi, tí at nógvir ókendir faktorar gera seg galdandi. Hóast hetta fer Ragnar Nystøyl at geva sítt boð uppá, hvat alarar kunnu vænta at fáa fyri sína framleiðslu í 2013 og 2014.

Kontali Analyse er ein norsk greiningarfyritøka við serkunnleika innan ali- og fiskivinnu. Ragnar Nystøyl arbeiðir serliga við marknaðargreiningum og hevur tí góðan kunnleika til at meta um, hvussu laksaprísurin fer at hátta sær í komandi tíðum.

Harleywoodpaint