Laksaútflutningurin úr Chile er raktur av ferðsluforðingum, sum fiskimenn í Chile hava sett í verk. Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Laksaútflutningurin úr Chile er raktur av ferðsluforðingum, sum fiskimenn í Chile hava sett í verk. Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Fiskimenninir hava m.a. blokerað ferðsluna til og frá oynni Chiloe, har tveir triðingar av virkingarkapasitetinum fyri laksi eru staðsettir. Hetta merkir, at laksaframleiðararnir ikki fáa sent sínar vørur á útlendsku marknaðirnar í m.a. USA og Brasil.
Fiskimenninir eru ónøgdir við tilboðið um stuðul, sum Chilenska stjórnin hevur boðið teimum í kjalarvørrinum av trupulleikunum við reyðalguni, sum hevur forðað fiskiskapinum í hesum partinum av landinum. Trupulleikarnir við reyðalgunum verða hildnir at stava frá veðurfyribrigdinum El nino, sum hevur hækkað sjóvarhitan í hesum partinum av kyrrahavinum.
Støðan á laksamarknaðinum er frammanundan trupul, við tað at tað er torført hjá framleiðarunum at nøkta eftirspurningin eftir laksi.




