Næmingarnir, sum í vetur hava gingið á landbúnaðarskeiði í Klaksvík, sum Klaksvíkar Kvøldskúli hevur skipað fyri, fingu handað prógv 28. mai. Teir 16 næmingarnir vóru saman við øðrum staddir í býráðshøllini hesa hátíðarløtuna.
Áhugin fyri hesum yrkisskeiði innan landbúnað, tað fyrsta av sínum slagi í landinum, saman við líknandi skeiði á Búnaðardeplinum, hevur verið stórur. Hetta skeiðið, ið Andras Joensen saman við øðrum fekk Klaksvíkar Kvøldskúla at skipa fyri, hevur fyri næmingarnar verið strævi. Lærugreinirnar vóru : Búskapur, Húsdjór, Lívfrøði og Náttúra, Plantur, Tøkni og ein verkætlan. Tímatalið var 200 tímar. Tilfarið var rúgvismikið, og tað bøtti ikki um, at gingið var í skúla um kvøldarnar, meðan næmingarnir passaðu sítt dagliga yrki um dagin. Harafturat skal nevnast at skeiðið var yvir styttri tíð enn upprunaliga ætlað.
Eigil Hentze, leiðari fyri frítíðarundirvísingini, handaði prógvini, og hevði í røðu síni á orði, at endaligu úrslitini vóru prógv fyri, at næmingarnir høvdu verið óvanliga hugagóðir og nærlagdir, men boðaðu samstundis frá, at lærararnir høvdu allir gjørt eitt framúr gott arbeiði.
Eigil Hentze nýtti høvi til at takka politikarum fyri vælvild móti skúlanum og lærarunum fyri gott arbeiði. Samstundis takkaði hann Peder Haahr, stjóra á Búnaðardeplinum fyri góða vegleiðing.
Rólvur Djurhuus handaði heiðursgávu vegna MBM, Óli Mortensen vegna heilsøluna TRIV og Niclas Heri Jákupsson fyri Kjølbro Heilsøluna. Hetta vóru gávur fyri góð úrslit, meðan Eyðfinnur Reyðberg vegna Norðoya Sparikassa handaði heiðursgávu til næming, ið hinir næmingarnir mettu vera fyrimynd fyri samanhaldi og menning, ein góðan starvsfelaga. Lærarar á skeiðnum hava verið : Odd Færø, Jákup K. Bærentsen, Eyðun Eliasen og Peder Haahr. Harafturat tveir gestalærarar úr Danmark.
Eini 40 fólk møttu til hesa hugnaligu løtuna í býráðshøllini. Helga Gerðalíð spældi klaver til sangirnar, og fyriuttan Eigil Hentze fluttu Borgarstjórin, Eyðgunn Samuelsen vegna MMR, Andras Joensen og Jórun Høgnesen vegna býráðið, fram røðu.
Norðlýsið ynskir tillukku við prógvunum.




