Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Landnyrðing kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst”

Oliver Joensen

Tað segði viðingur mær nú í vikuni tá vit hittust og eg bar upp á mál, at eg kundi hugsa mær ein túr til Viðvíkar. Eg vitstið væl frá royndum at so var. Men orð hansara fekk hugflog mítt á flog í dag. Mær kom til hugs, tá eg og Annika Petersen stóðu fyri rakstrinum av Kunningarstovuni í Klaksvík í 80-árunum. 

Vit gjørdu fleiri túrar við Pride og Smirli vesturum. Serliga vóru túrarnir við Pride til Mykinesar væl móttiknir. Men ofta var ilt at fáa norðoyingar og klaksvíkingar upp úr stólinum til eina útferð tá hann var landnyrðingur í ættini og ofta við regni og vindi. Tá var lag á manni at fara vestur um at vitja eitt nú í Mykinesi, tí tað var besta ætt har.

Hesar hugsanir mínar gjørdu, at vit bæði eg og konan fóru í bilin og vesturum. Tað regnaði her tá vit fóru og ikki var sørt at kavi var í ælinum. Longu í Leirvík var veðrið betur hóast ikki av tí besta, men longur vestur tess hugaligari og meira sól. Men ikki var nógvur hiti í luftini í dag, hitamátarin á bilinum kom longst upp í Sandavági tá hann vísti 10 hitastig ímóti teim 7 hann vísti tá vit fóru heimanífra.

Hóast okkurt surkið rakk nakað vestur, so var nógv sól og turt, serliga í Sandavági, og Miðvági, eisini í Sørvági og í Bø. Í Gásadali var eisini gott, men har hótti landnyrðingurin ov tað sást at æl fóru eftir havinum longur norðuri, tó sýntist Mykines at liggja í bakandi sól allan dag.

Sjálvandi tók eg nakrar myndir: