Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landnyrðingsføroyar á odda í Betri Deildini

Jákup Ósá

Fyri fyrstu ferð í nógv ár eru tey trý liðini i landnyrðingsføroyum á teimum trimum fremstu plássunum í bestu mansdeildini.

Eftir trý umfør er KÍ á odda við fullum stigatali, meðan ÍF og Víkingur liggja á 2. og 3. plássi. Hetta eru tey einastu liðini, sum hava minst sjey stig.

At KÍ liggur á odda er kanska ikki so óvæntað, men at ÍF og Víkingur liggja í topp 3 er meira óvæntað. Tó skal havast í huga, at ÍF enn ikki hevur møtt nøkrum topp 5 liði.