SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN FER LEYGARRDAGIN 1. NOVEMBUR AT HAVA LANDSFUND Í KLAKSVÍK.
GESTARØÐARAR VERÐA, HJÁLMAR WAAG ÁRNASON, FYRRVERANDI ALTINGSMAÐUR ÚR ÍSLANDI, OG ÓLAVUR RASMUSSEN, PRESTUR.
25. oktober 2008
TÍÐINDASKRIV
Sum fyrsti politiski flokkur í Føroyum fer Sjálvstýrisflokkurin at hava standandi uppstilling til løgtingsval, og verður valevnalistin til komandi løgtingsval ætlandi góðkendur á aðalfundinum, sum verður í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3 í Klaksvík.
Landsfundurin byrjar við aðalfundi klokkan 9.30. Sjálvur landsfundurin byrjar klokkan 13.00.
Løgtingsval kann verða útskrivað við stuttum skotbrá og royndirnar vísa, at týðandi er, ikki minst fyri óroynd valevni, ungfólk við børnum og kvinnulig valevni, at fólk fáa høvi at stilla upp í góðari tíð.
Høvuðsgestarøðari á landsfundinum verður Hjálmar Waag Árnason, ið er fyrrverandi tingbólkaformaður íslendska Framsóknarfloksins. Hjálmar fer at lýsa dirvi og ágrýtni hjá íslendingum og hvønn týdning tað hevur, fyri at kunna lyfta landið uppaftur úr aldudalinum.
Hjálmar fer eisini at greiða frá búskapargongdini í Íslandi.
Hjálmar Waag Árnason er hálvur klaksvíkingur. Hann hevur lisið á Fróðskaparsetri Føroya og virkar í dag sum skúlastjóri á samferðslu- og trygdarskúlanum, ið er partur av slóðbrótandi skúlasamtakinum, ið kallast Keilir og liggur í Keflavík. Tað hevur eydnast íslendingum at lagt skúlar kring alt landið og hevur tað skapað bæði vinnu og trivna í útjaðaranum.
Annar gestarøðari verður Ólavur Rasmussen, prestur, ið fer at greiða frá eftirskúlanum í Hvalba og øðrum mentanarátøkum í Suðuroynni. Eftirskúlar, eins og aðrir skúlar og mentanarhús, kunnu hugsast at verða settir á stovn um allar Føroyar, við tí fyri eyga at bjóða ungdómi og fólki onnur tilboð, umframt at skapa arbeiðspláss, vinnuhøvi og áhugaverdari nærumhvørvi.
Sjálvstýrisflokkurin hevur havt stóra framgongd í atkvøðum og limatali síðstu árini. Á býráðsvalinum 11. novembur væntar flokkurin at fáa góða undirtøku og møguleika at fáa fleiri umboð vald, bæði í Klaksvík og í Tórshavn.
Klokkan 15.00 verður steðgur í skránni, tá farið verður til minningarhald teirra sjólátnu við minnisvarðan í Gamla Kirkjugarði í Vágstúni.
Landsfundurin endar við døgurða og hugnaløtu, ið møguleiki verður at tekna seg til á fundinum, ella á telefon 45 50 14




