Við einum pennastrokið hevur landgrannskoðarin hjá Føroya Løgtingið strikað Rumeni av listanum yvir lond sum hava neyðhjálp fyri neyðini
Er tað rætt, at landsstýrið stuðlar einum einstaklingi, sum sjálvboðin hevur átikið sær at hjálpa neyðstøddum í útlondum? Tað spyr landsgrannskoðarin í frágreiðing síni til løgtingið fyri síðsta fíggjarár, vóru høvuðstíðindini í ÚF í morgun.
"Landsstýrið hevur givið einum einstaklingi 100.000 krónur, tí hann í nógv ár sjálvboðin hevur flutt klæðir til neyðstødd í Rumenia. Pengarnir, sum vórðu tiknir av játtanini til menningarhjálp, skuldu brúkast til ferðaútreiðslur, brennievni og vegagjøld.
Landsgrannskoðarin sigur, at fleiri samkomur hava seinnu árini veitt neyðstøddum í Rumenia hjálp. Og landsgrannskoðarin ivast í, um tað er rætt at stuðla einum einstaklingi á henda hátt, uttan at møguleikin er kunngjørdur og stendur øðrum í boði."
Ein dropið í havinum
Sum Norðlýsið skilir er stuðulin sum er latin til Rumenia hjálpina sum á hvørjum árið er farin úr Føroyum bert ein dropið í havinum tí útreiðslurnar í samband við umtalaða hjálpararbeiði er munandi størri.
Tað sum kanska órógvar er at landssgrannskoðarin, sum ongantíð hevur verið í Rumenia, við einum pennastrokið sigur at tað ikki longur er neyðugt at hjálpa Rumenia.
Tey sum luttaka í hjálpararbeiðinum á hvørjum árið, siga at tað er hent nógv í býunum í Rumenia seinastu árini men úti á bygd er so at siga einki hent. Har er stór ármóð og tað er til hesi støðini at Rumenia hjálpin fer.




