Havnamenn kunnu takka dómaranum fyri at teir varðveittu øll trí stigini í einum annars sera spennandi dysti.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at KÍ-liði var ikki at kenna aftur sunnudagin. Í einum sera tættum og spennandi dysti skúgvaðu teir allar pástandir um at teir ikki skuldu verða eins væl fyri og hini liðini í landskappingini. KÍ leikararnir strýddust nevnuliga allar 90 minuttirnar.
HB betur frá byrjan
Bert 5 minuttir vóru farnir av dystinum tá Andrew á Fløtum frá spiskum, smekkaði bóltin í nettaki og so var 1-0 til HB. Hesa byrjan kendu klaksvíkingar alt ov væl, og byrjaðu tankarnir hjá viðhaldsfólkunum at leita aftur á 7-1 tapið ímóti B36 og dystin í Runavíkini.
Hóast HB legði seg á odda so var ikki talan um nakra ivirvág í spæli til HB og tá Rúni Nolsøe legði HB á odda 2-0 eftir at 15 minuttir vóru leiktir, vóru tað mong sum byrjaðu at síggja svart.
Flestu roknaðu við at KÍ-leikararnir nú rættuliga fóru at fella í fátt, men so var ikki.
Í staði fóru klaksvíkingar at berjast, sum fyri lívinum, og hetta var ein sonn fragd fyri áskoðararnar at síggja.
Hjalgrím skorðar
Tað gekk ikki long tíð til KÍ svaraði aftur.
Hjalgrím Elttør verður sendur av stað í einum skjótálopi, og hóast hann hevur tveir verjuleikarar frammanfyri seg og ein leysan Ova Nysted til høgru, so veljur Hjalgrím tað Egoistisku loysnina (sum ein rættur áleypari) og smekkar til leðurkúluna, sum ferð lappandi eftir græsteppinum, rakar steingina og brestur í netmeskarnar.
2-1 og nú kom rættuligt lív í dystin.
KÍ átti dystin
Restina av dystinum heglaðu KÍ-álopini yvir HB málið og tvær ferðir lá bólturin í netinum, men báðuferð kolldómdi Niclas og harvið endaðu stigini í Havn.
Áðrenn vit viðgera kolldømingarnar fara vit at hyggja eftir videoupptøkunum, og so skjótt sum tað er gjørt verður meiri at lesa um dystin og avrikini hjá dómaranum her á portalinum.
Fyri ikki at verða alt ov subjektivur fari eg at enda við einum sitati av almennu heimasíðuni hjá HB: Restina av dystinum átti KÍ við húð og hár, og bert ineffektivitetur og svart óhepni forðaði klaksvíkingum at vinna dystin, umframt at teir fingu tvey mál kolldømd, nógv vistu ikki fyri hvat.




