Sum heild hevði KÍ verið rætta liðið at vunnið tann annars javna dystin ímóti VB, har heimaliðið millum annað hevði 2 skot á stongina hjá Bjarna Johansen í VB-málinum. Eisini VB kundi havt fingið størri úrtøku úr teirra kjansum og teir vóru eisini nógv misnøgdari við javnleikin enn KÍ, sum í síðstu løtu javnaði til 2-2 við brotssparki.
Nú tveir landskappingardystir eru leiktir, kann samanumtikið sigast, at KÍ hevur fingið eina heilt hampuliga byrjan upp á landskappingina 2003.
Eftir ein 1-0 sigur á útivølli í Gøtu síðsta vikuskiftið og nú ein 2-2 javnleik á heimavølli ímóti VB liggur KÍ saman við nøkrum øðrum liðum á einum lutaðum fyrstaplássi við 4 stigum.
Sostatt kunnu tey bláu viðhaldsfólkini ikki annað enn vera rímiliga nøgd, samstundis sum ein kann loyva sær at iðra seg eitt sindur um, at KÍ ikki eisini vann á VB, sum hevði verið uppiborið, havandi í huga leikgongdina í tí dystinum.
KÍ spældi
VB skoraði.
KÍ legði fyri sum tað meira ágangandi liðið men VB-málverjin fekk seg tó ongantíð rættiliga royndan hesa fyrstu løtuna.
Tað var tí í stríð við leikgondina, at VB í 11. minutti legði seg á odda. Tað mundi vera eitt tað fyrsta rættiliga VB-álopið, sum gav teimum leiðsluna í dystinum.
Ein bóltur varð sendur úr teirra vinstru álopssíðu diagonalt frameftir inn í KÍ-brotsteigin, har miðverjan hjá KÍ ikki var nóg ansin yvir fyri málrevinum Birgiri Jørgensen hjá VB, sum ikki kravdi ta stóra plássið til at skalla bóltin í einum boga upp um KÍ-málverjan og síðani niður í KÍ-málið dygst uppi við yvirleggjaran.
Fyrst meira javnt, men
so kom KÍ sterkt aftur.
Hetta kom sjálvandi dátt við hjá KÍ-leikarunum, sum tó ikki góvust at stríðast av hesum ávum. Tó kom VB nú so við og við meira inn í dystin, sum bleiv meira javnur tær næstu løturnar.
Hesar løtunar skaptu VB-ararnir nøkur álop við sendingum frameftur úti í síðunum, men tíbetur fyri KÍ vóru sendingarnar innfyri antin steðgaðar, áðrenn teir komu so langt, ella vóru tær ikki nóg neyvar.
Ímóti endanum av fyrra hálvleiki gjørdu KÍ-leikararnir aftur ein vørr fram ímóti VB-málinum við nøkrum álopum, sum rættiliga bitu frá sær.
Tú líkasum merkti á tær sjálvum, at hetta fór at geva úrslit hjá KÍ … og tað gjørdi tað eisini.
Atli var arkitekturin
til málið hjá Hjalgrím.
Atli Danielsen var arkitekturin aftan fyri málgevandi álopið hjá KÍ.
Hann fær bóltin nakað framman fyri miðlinjuna eitt sindur úti í høgru síðu hjá KÍ, og setur nógva ferð á frameftir. Ein VB-ari er um at fáa sparka burtur, men við einum standandi saksasparki sendir Atli nú bóltin neyvt longur út í høgra borð til Eyðun Klakkstein.
Eyðun rekur skjótt á skák frameftir inn ímóti brotsteiginum, áðrenn hann sendir innfyri nokkso tætt inni við málinum, har Erling Fles hegnisliga skermar bóltin, so hann fer beina leið til framstormandi Hjalgrím Elttør, sum áleið miðskeiðis fyri málinum bumbar hann í netmeskarnar til stóra frøi fyri bæði viðleikarar og áskoðarar.
1-1 eftir higartil besta álopið í dystinum …. soleiðis dreingir.
Stutt eftir málið bríkslaði dómarin, Petur Skarðenni, fyri hálvleiki.
KÍ kundi havt
avgjørt dystin.
Eftir steðgin byrjaði KÍ aftur sum eitt óløgi við fleiri álopum fram ímóti VB-málinum.
Fyri at siga sum er, so skuldi KÍ í seinna hálvleiki havt avgjørt dystin til sín egna fyrimun, men antin vórðu teir dømdir fyri rangstøðu, ella møtti stongin skotunum.
Tað, at Ovi kom inn í álopið setti, serliga ta fyrstu løtuna, futt í KÍ-álopið, hóast ein altíð kann kjakast um, hvør skuldi verðið farin út fyri hann.
Annars líktist leikgongdin í seinna hálvleiki ikki sørt henni í fyrra hálvleiki, tí eftir eina løtu við KÍ-ódnarveðri ímóti VB-málinum, javnaðist spælið útaftur, og til tíðir var bólturin meira inni á KÍ hálvuni enn hinumegin miðlinjuna.
Seinna partin av seinna hálvleiki fekk VB eisini onkrar kjansir, sum kundu havt endað við málið til gestirnar, men tað eydnaðist teimum heldur ikki …. fyrr enn í einum av seinastu minuttunum av dystinum.
Verjuparturin
aftur ov tunnur.
Tær fyrstu tvær útskiftingarnar innihildu onga beinleiðis broyting av liðuppstillingini. Í báðum førum kom ein áleypari inn fyri ein annan.
Men triðja útskiftin broytti aftastu rekkjuna hjá KÍ, við tað at Harley, sum altíð er sterkur og raskur til verjupartin, varð tikin út fyri Arnold, sum hinvegin hevur sína styrki til tað álopsliga. Gamaní varð Atli settur aftur á plássið hjá Harley, men har var hann fleiri ferðir áðrenn útskiftingina, tí hann kom mestsum altíð aftur við at verja saman við Harley.
Tí er lítil ivi um, at triðja útskiftingin varð gjørd við einum sigursmálið til KÍ fyri eyga men samstundis varð greitt, at verjuparturin ikki fór at vera líka sterkur í høgru síðu hjá KÍ.
Tíverri bleiv tað hetta seinna, sum fyrst gjørdi seg galdandi, tí stutt áðrenn leiklok slapp eitt VB-álop fram í teirra vinstru álopssíðu, áðrenn bólturin varð sendur inn fyri KÍ-málið, har verjan eins og í fyrra hálvleiki ikki ansaði Birgiri Jørgensen, sum hevði sera gott pláss framman fyri KÍ-málinum til at skora til 2-1 til gestirnar úr Vági.
Sterkt komið
aftur av KÍ.
Nú stóð púrt einki til hjá KÍ-viðhaldsfólkum og leikarum, men í eini desperatari roynd at javna settu teir bláu nú fullan damp undir ketilin.
Hetta legði eitt álopstrýst á VB, og løtu seinni gav tað úrslit.
Bólturin verður spældur mestsum beint fram eftir vøllinum inn í tætt mannaða VB-brotsteigin, har ein verjuleikari (sambært sjónarváttum) hálar Símun Joensen niður.
Hetta takserar dómarin til brotsspark, til stóra frøi fyri heimaleikarar og áskoðarar, men øðin skuldi ikki vísa seg at vera minni hjá VB-leikarunum, sum bart út gingu amokk av hesum.
Hetta noyddi tann annars ógvuliga siðiliga og róliga dómaran at brúka bæði gul og reyð kort nógv meira í nakrar fáar minuttir, enn hann hevði gjørt í hálvanannan tíma frammanundan.
Tá vágbingar (og kanska serliga útlendingarnir hjá teimum) vóru lidnir at mótmæla, avgreiddi Allan Joensen brotssparkið í málið til endaligu støðuna 2-2.
Samanumtikið var hetta sterkt komið aftur av KÍ, sum eisini eftir málið royndi at fáa eitt mál afturat, men tíðin var ov stutt til tað.




