Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landskappingardystur: Skála-KÍ 0-2 (0-0): John Ryan spældi ein hálvleik

(
John Færø)

Aleksander Djordjevic var aftur settur fram í álopið, har hann hesa ferð var einsamallur í eini 4-5-1 liðuppstilling við 5 leikarum á miðvøllinum, sum bæði skuldu styrkja frameftir og tetta væl í verjupartinum.

KÍ-liðið, sum byrjaði inni á Skála var hetta:
 
Málmaður:          Karstin Joensen.
 
Miðverja:           Ovi Nysted og Sámal Eyðfinn Akursmørk.
Høgri bakkur:     Harley Bertholdsen
Vinstri bakkur:   Símun Joensen
 
Miðvøllur:          Allan Joensen, Hjalgrím Elttør og Leon Bjartalíð.
Høgri vongur:     Atli Danielsen
Vinstri vongur:   Erling Fles
 
Álopsleikari:       Aleksander Djordjevic
 
 
Útskiftingarnar vóru hesar:
 
John Ryan kom inn fyri Erling Fles í hálvleikinum.
 
Sostatt gjørdi John come-back, og tí fær hann eisini eina serliga viðmerking frá okkum.
Tað tóktist at rigga væl hjá honum. Hann var kanska ikki so álopssinnaður, men tað var KÍ-liðið heldur ikki sum heild stóran part av seinna hálvleiki. John fór sum nevnt sjáldan við fram í álop, men hann spældi skilagott og var tryggur á bóltinum.
 
Tá umleið 20 minuttir vóru eftir av dystinum, fekk Allan Joensen trupult við at halda fram. Hann hevur verið skaddur og var eisini ivasamur til dystin.
Í hansara stað setti KÍ-venjarin, Jan Joensen, seg sjálvan inn á miðvøllin.
 
Seinni kom eisini Eyðun Klakkstein inn á vøllin.
Eyðun varð skiftur inn fyri Leon Bjartalíð men varð settur á høgra vongplássið hjá Atla Danielsen, sum ístaðin flutti inn á plássið hjá Leon.