Tað var ikki spæl fyri gallarínum, sum KÍ hevði frammi á Skála sunnudagin, men heldur ein hart vunnin arbeiðssigur, har málmaðurin, Karstin Joensen, av dagsins maður við fleiri stórbjargingum.
– Karstin var besti maður á vøllinum!!
So avgjørdur var ein av KÍ-viðhaldsfólkunum eftir dystin á Skála sunnudagin, og viðkomandi var ikki einsamallur um ta metingina.
Løgdu seg aftur
á vøllin at verja.
Tá KÍ hevði skorað til 1-0, fullu teir rættiliga langt aftur á vøllin. Helst hevur hetta verið ein ótilvitað reaksjón, tí teir vildu halda upp á leiðsluna, men trupulleikin var bara tann, at tað framvegis var ein lítil hálvur tími eftir at leika, og tað kann blíva nokkso leingi til verjuleik.
– Karstin helt okkum inni í dystinum!! segði Atli Danielsen m.a. eftir dystin.
Tá støðan var 1-0 til KÍ, kom Skála til nakrar málkjansir, harav onkrir vóru góðir.
Ta einu ferðina vildu onkrir av heimaáskoðarunum hava brotsspark dømt til Skála, tí teir hildu Sámal Eyðfinn vera ov seinan at takla Jonhard Frederiksberg. Ístaðin fór bólturin út til málspark.
Løtu seinni var Jonhard Frederiksberg aftur upp á spæl, og tá var uppaftur størri vandi á ferð, tí hann varð spældur púra fríur við KÍ-málmanninum, men Karstin var sum ein køttur og bæði bjargaði og helt skotinum frá Jonhardi.
KÍ átti munin í
fyrra hálvleiki.
Áðrenn KÍ skoraði vóru klaksvíkingarnir raskari og næskari enn heimaliðið.
Í fyrru helvt av seinna hálvleiki, áðrenn Atli skoraði til 1-0, hevði KÍ onkrar góðar kjansir, til dømis vunnu teir sær fleiri hornaspørk, og eisini í seinna parti av fyrra hálvleiki fullu málmøguleikar til KÍ, sum kundu havt givið úrslit.
Til dømis hevði Aleksander Djordjevic, sum hesa ferðina var einasmallur í KÍ-álopinum, ein heilt góðan málkjans stutt áðrenn hálvleik.




