Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landskappingin, 1. deild menn: So brast FM-vónin hjá KÍ !!

(
John Færø)

Framman undan dystinum ímóti B68 vóru 7 stig frá KÍ upp til nr. 1, HB, men eftir at B68 vann á KÍ, samstundis sum HB og øll hini oddaliðini vunnu, liggur KÍ 10 stig frá oddasessinum, og nú eru bara møguligt at vinna 15 stig afturat!

Á sjálvum 99-ára føðingardegnum hjá KÍ sunnudagin tann 24. august 2003 gjørdi B68 enda á teimum seinastu FM-vónunum hjá besta KÍ-liðnum, sum tapti 1-3 á Svangaskarði eftir at hava verið á odda 1-0 stóran part av dystinum.

Tað var kanska longu frammanundan ov optimistiskt at rokna við FM-gulli til KÍ, men nú er tað so í øllum førum fokið eftir ósigurin á Toftum.

Nú 5 dystir eru eftir at leika, kann KÍ í mesta lagi fáa 15 stig afturat – tað er, um teir vinna allar hesar fimm dystirnar
Í løtuni eru 10 stig upp til nr. 1, HB, sum hevur 30 stig – 4 stig framman fyri B68, sum hevur 26 stig, meðan B36 og NSÍ hava 25 stig á 3. og 4. plássi. Síðani kemur KÍ sum nr. 5 við 20 stigum.

Støðan í 1. deild er nú henda:

Nr.  Felag     D    V-J-T    Málmunur       Stig
01)  HB        13    9-3-1    +19 (33-14)     30
02)  B68       13    7-5-1    +10 (18-8)       26
03)  B36       13    8-1-4    +12 (26-14)     25
04)  NSÍ       13    7-4-2    +12 (23-11)     25
05)  KÍ         13    6-2-5     –4 (16-20)       20
06)  EB/St    13    5-4-4     –1 (24-25)       19
07)  GÍ          13    3-4-6     –8 (14-22)       13
08)  VB        13    3-3-7     –9 (15-24)       12
09)  FSV      13    2-2-9     –14 (18-32)       8
10)  Skála     13   1-0-12    –17 (8-25)         3

Teir írestandi dystirnir hjá KÍ í landskappingini eru hesir:
B36 heima     31/8
Skála heima   14/9
FSV úti          21/9
NSÍ heima     28/9
HB úti            5/10

Sostatt skal KÍ spæla ímóti 3 oddaliðum (heima ímóti B36 nú sunnudagin og so ímóti NSÍ og HB í teimum báðum seinastu umførunum) og ímóti 2 botnliðum (Skála og FSV).

Úrslitini hjá KÍ kunnu tí fáa ávirkan á, hvat av oddaliðunum verður føroyameistari.

Hóast hann ikki skoraði á Toftum sunnudagin, er Hjalgrím Elttør framvegis toppskjútti í 1. deild við 9 málum.

Toppskjúttarnir í 1. deild
Hjalgrím Elttør, KÍ           9 mál
Andrew av Fløtum, HB    8 mál
John Petersen, B36           8 mál
Sonni L. Petersen, NSÍ     6 mál
Birgir Jørgensen, VB        6 mál
Milan Kulic, VB               6 mál