Tað sigur Annfinn V. Hansen, advokatur og limur í trímannabólki, sum í løtuni arbeiður við landskassaveðhaldinum í Kongshavnar Útgerðarfelag. Endaligu avgerðina kemur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum at taka.
– Tá serliga studningslánið var latið skipinum upprunaliga, tryggjaði løgtingið sær at eigarar ikki kundu selja skipið víðari við vinningi.
– Tað vil við øðrum orðum siga at um Kongshavnar Útgerðarfelag hevði fingið vinning burtur úr sølu, ella í hesum førinum eini tvingsulssølu, so skuldi felagið gjalda 41 milliónir aftur til landskassan.
– Tá studningslánini vóru givið var tað eingin, sum vantaði at landskassin fór at fáa peningin aftur og tá Kongshavnar Útgerðarfelag keypti Napoleon, var avtalað gjørd um eina avskrivingarskipan.
– Sambart hesi avtalu vóru 12 milliónir krónur eftir at avskrivða tá skipið varð selt á tvingsulssølu og tí vanti eg at tilmælið frá okkum til fíggjarmálaráði verður at millumverandi verða strikaðar.
Trímannabólkurin kemur saman í vikuni at viðgerða spurningin um landskassaveðhaldið hjá Kongshavnar Útgerðarfelag.
Tað verður landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, sum skal taka endaligu avgerðina um landskassaveðhaldið í rækjuskipinum Napoleon.




