Í skjalainnlitið, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í frá Sundhedsstyrelsen, sæst at Landslæknin er farin undir at kannað viðurskiftini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, m.a. um lækni á sjúkrahúsinum hevur neyðugar kvalifikatiónir til tað starvið hann er settur at røkja á sjúkrahúsinum.
Tann 6. juni 2017 fekk Landslæknin eina kæru frá fyrrverandi leiðandi yvirlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Jákup Petersen. Undir yvirskriftini ”Manglende patient sikkerhed på sygehuset – Ønske om lægefaglig og sundhedsfaglig bedømmelse”, vísir fyrrverandi yvirlæknin á eina røð av viðurskiftum á sjúkrahúsinum, sum sambært læknanum ikki kunnu góðtakast læknafakliga.
Kæran er 20 síður og Norlýsið hevur fingið innlit í hana.
Tann 15. juni 2017 svarar Landslæknin soleiðis:
…. Du rejser forskellige problemstillinger af alvorlig karakter, som jeg vil undersøge nærmere….
…. Du anfører, at en af de ansatte læger ikke har de fornødne kvalifikationer til at varetage de opgaver der pålægges ham af ledelsen. Et sådan forhold må jeg undersøge, da der kan være tale om overtrædelse af Autorisationsloven. ……
Svarskrivið er undirskrivað av Henrik L. Hansen landslækna.
Sundhedsstyrelsen fylgir eisini málinum og tað er higani at Norðlýsið í morgun fekk innlit í málið.
Meira um málið seinri.



