Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Landslag hugans” í Leikalund

Tíðindaskriv

Í morgin, tunnilsdagin.

Unn Joensen letur upp listaframsýning í Leikalund leygardagin 12. des. Heitið á sýningini er “Landslag hugans”, og er talan um eina fjølbroytta og forvitnisliga framsýning við bæði málningum, tekningum og tekstilverkum.

Tað at ferðast ígjøgnum hugans landslag kann vera spennandi, men til tíðir eisini ørkymlandi. Unn hevur arbeitt við at finna fram ymiskar tulkingar av ljósum og myrkum litum, sum kunnu setast í samband við hugans landslag.

Unn Joensen er útbugvin Master Of Fine Arts frá Kunstakademiet í Trondheim, Noreg, 2014 og hevur ein Bachelor Of Fine Arts frá Reykjavik 2011.

Tey seinastu árini hevur hon búð uttanlands í sambandi við lesnað, og er framsýningin “Landslag hugans” onnur einkarsýning hennara í Føroyum síðan 2007.

Unn hevur verið við á nógvum framsýningum í Føroyum bæði á várframsýningum og ólavsøkuframsýningum, umframt at hon eisini hevur sýnt fram uttanlands bæði í Íslandi, Danmark og Noregi.

TIL BER AT SÍGGJA CV NIÐANFYRI:

Harleywoodpaint