Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðið setur okkum rættuliga á heimskortið

John William Joensen

Ein ótrúlig uppliving at síggja okkara landslið berjast so manniliga ímóti týska landsliðnum, sum fyri tíðina er nr. 2 í heimshøpi.

Sjálvandi dugdu vit at síggja at tað er langt ímillum dygdirnar hjá Týska landsliðnum og so okkara. Men hóast tað, so megnaðu vit við einum vælskipaðum liði og ikki sørt av heppni at halda teimum niðri í útivið 90 minuttir.
Tá so týskararnir fingu bóltin í netið eftir 88 minuttir og 20 sekund, var tað sum um at luftin fór úr okkara monnum og sjálvandi eru vit skuffað, vit sóu tað sama í Íslandi, sum vit nú sóu á Tórsvølli, javnleikirnir vóru tiknir frá okkum í allar seinastu minuttunum.
Men hetta verður óivað broytt um nøkur ár. Landsliðið sýnist ikki at tapa nógv longur og harafturat vísa vit eisini fótbóltsspæl, sjálvt ímóti heimsstjørnum, so vit skulu bert halda áfram á somu kós.
Tað, okkara landslið megnaði á vøllinum í dag, hevur hildið spenningin uppi í milliónum av heimum kring um í Evropa og aðrastaðni.
Mikukvøldið tosaði alt Evropa um Føroyar og sjálvandi fer hetta at hava positiva ávirkan á tað, sum okkara útflutningsfyritøkur stríðast við hvønn dag, nevniliga at gera Føroyar kendar.
Reklaman, sum landsliðið gav okkum mikukvøldið í sjónvørpum kring allan knøttin kann als ikki gerast upp í peningi. Skuldu vit gjørt vart við okkum kring um í teim ymsu londunum við lýsingum ístaðin, ja, so hevði valla alt, sum kann fáast inn við løgtingsins fíggjarlóg í einum ári verið nóg mikið.
Landsliðið setti rættuliga Føroyar á heimskortið mikudagin og tað eiga vit at duga at brúka, eisini til útflutning okkara.
Dagliga stuðlar vinnulívið í Føroyum ítróttini peningaliga. Mikudagin fekk vinnan eitt so dyggiligt afturgjald frá landsliðnum.

Harleywoodpaint