Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsliðið við monnum í flogbólti farið til Íslands

Flogbóltssamband Føroya

Ferðalagið fór til Ísland í morgun og skal leika fyrsta dystin fríggjakvøldi Íslandi kl. 19.00 føroyska tíð. Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi.

 

Fyrsti partur av føroysku luttøkuni hjá mannslandsliðnum í Silver League verður í vikuskiftinum í Íslandi. Her skulu føroysku mennirnir fyrst leika ímóti Íslandi. Hesin dystyurin verður fríggjakvøldið kl. 19.00 føroyska tíð.

Hin dysturin á hesi ferðini verður ímóti Ísrael. Hesin dysturin verður leygardagin kl. 15.00 føroyska tíð.

Sunnudagin leika Ísland og Ísrael. Av trygdaráðum, hevur Íslendska flogbóltssambandi – BLÍ – saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðara.

Næsta umfarið hjá føroysku monnunum veður í Føroyum 24. – 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her leika mennirnir aftur ímóti Íslandi fríggjadagin 24. mai og ímóti Eysturríki 26. mai.

Síðsta umfarið verður í Eysturríki, har mennirnir 7. og 8. juni skulu leika ímóti Eysturríki og Ísrael.

Tvey tey fremstu liðini í bólkinum leika síðani finalu hin 15. juni.

Føroyski venjarin, Boban Ilic og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hendan brutto hópin til øll trí umførini:

  • Thorvald Danielsen (6), Mjølnir
  • Vuk Ilic (9), ÍF
  • Filip Ilic (5), ÍF
  • Bjarni Joensen (14), Ikast KFUM
  • Jóhan Arni Elison Want (11), Mjølnir
  • Hjørtur Joensen (4), SÍ
  • Ingálvur Eyðunsson Olsen (10), Fleyr
  • Hákun Nón (1), ÍF
  • Tóki í Haraldssovu (12), SÍ
  • Elias Ellingsgaard Petersen (7), SÍ
  • Tórður Højsted Gunnarsson (16), Fleyr
  • Ólavur Johannesen (2), Mjølnir
  • Símun Hoydal Poulsen (13), Mjølnir
  • Silas Poulsen (8), SÍ
  • Áslakur Petersson Holm (15), Hvidovre VK
  • Hákun Heinason (3), Amager VK