Nú er greitt, at ein av størstu profilunum á føroyska landsliðinum spælir aftur í Effodeildini í 2014.
Tað er AaB heimasíðan sum skrivar, at Hallur Hansson er givin í felagnum, eftir at partarnir blivu samdir um hetta. Orsøkin er manglandi spælitíð. Og tað verður í Føroyum og Effodeildini, at Hallur Hansson fer at spæla í 2014, sambært heimasíðuni.
– Eg síggi fram til at fara aftur til Føroyar og fáa ferð á mína ”klubkarrieru” og hartil at taka eina útbúgving, sigur Hallur Hansson m.a. við heimasíðuna.
Sostatt er spurningurin, hvat lið fer avstað við føroyska landsliðsleikaranum. HB formaðurin Finnbogi Arge segði við KVF fyri viku síðani, at HB ikki keypir meira inn, so tí vendir hann neyvan aftur til HB, sum eisini hevur nógvar miðvalla leikarar frammanundan. Víkingur er úti eftir miðvalla leikara við álopsdygdum, so Víkingur er kanska eitt gott boð uppá komandi felagið hjá Halli. Í høvuðsstaðnum eru B36 og AB, sum uttan iva eisini umhugsa leikaran, tí tey eru framvegis úti eftir leikarum.
Mynd: AaB




