Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsleikari gjørt sáttmála við Víking

Jákup Ósá

Tað hevur verið ivasamt, hvør leikluturin fór at blíva hjá nýklakta landsliðsleikaranum

Tað hevur verið ivasamt, hvør leikluturin fór at blíva hjá nýklakta landsliðsleikaranum Sølva Vatnhamar komandi kappingarár, men nú er hansara framtíð avgreidd.

Víkingur boðar frá, at tvey ára sáttmáli er undirskrivaður við Sølva Vatnhamar, sum í løtuni lesur til byggifrøðing í Danmark. Men hann verður liðugur komandi summar og kemur tískil bara at missa nakrar dystir fyrsta partin av kappingini, fyri síðani at vera tøkur hjá felagnum til og við kappingarárið 2015. Sølvi er partur av landsliðinum, sum í næstu viku skal spæla venjingardyst móti Malta.



Mynd: Víkingur