Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsleikari hjá Trinidad og Tobago vil sleppa til KÍ

Jákup Ósá

Landsliðsleikari sigur við Norðlýsið, at hann ynskir at spæla fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag í 2014.

Landsliðsleikari sigur við Norðlýsið, at hann ynskir at spæla fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag í 2014.

Talan er um gamlan kenning í KÍ. 28 ára gamli Kareem Smith spældi í 2007 eitt stutt skiftið í KÍ, men tað bleiv ikki til nógvar dystir av ymsum orsøkum. Men síðani tá hevur hann fingið gongd á og hevur m.a. spælt 5 landsdystir fyri Trinidad og Tobago.

Vil sleppa til KÍ

Og nú váttar Kareem Smith, at stendur tað upp til hann, so er hansara søga í KÍ ikki liðug enn.

– Ja eg eri áhugaður at koma aftur til KÍ. Eg ynski at spæla í øllum førum eitt heilt kappingarár í Klaksvík, tí eg fór úr felagnum seinast vegna persónligar trupulleikar. Síðani tá havi eg spælt í USA, Puerto Rico og Trinidag og Tobago. Eg havi spælt nakrar dystir fyri landsliðið hjá Trinidad og Tobago. M.a. spældi eg ein dyst móti Onglandi og ein HM undakappingar dyst, sigur hann.

Tá vit spyrja, hvussu hann vil lýsa seg nú í mun til 2007, so sigur hann soleiðis:

– Eg eri ein nógv betri leikari nú. Havi meira royndir og eri fysiskt í nógv betri kropsligari venjing nú í mun til í 2007. Mítt favoritt pláss er í miðverjuni, men eg spældi høgri bakkur á landsliðinum. Annars kann eg spæla á øllum plássum í verjupartinum. So vónandi fái eg møguleikan at koma aftur til KÍ og eg vil eisini senda eina heilsan til Klaksvík, sigur Kareem Smith við Norðlýsið.

Meir um Kareem Smith kann lesast á wikipedia HER