Fyri tveimum árum síðani kláraði Kristian Olsen kravtíðina til Oyggjaleikirnar, men í seinasti kapping áðrenn Oyggjaleikirnar bleiv hann útsligin av einum svimjara, sum als ikki hevði vant nakra venjing við landsliðnum uppundir Oyggjaleikirnar.
Hesin svimjarin kom síðan við til Oyggjaleikirnar fyri túrin skyld og eftir oyggjaleikirnar gavst hann at svimja. Spurt bleiv landsliðsvenjaran, hví hesin svimjarin slapp við og var svarið, at hesin svimjarin hevði betri tíð enn Kristian.
NJM var eitt stórt vónbrot í ár, smb. sama landsliðsvenjara í grein í Dimmalætting tann 6. december. Tíðirnar vóru vánaligar, men til tað er at siga, at tá ið man ikki tekur besti svimjarnir við, kann ein ikki vænta meira.
Landsliðsvenjarin gevur skyldina til feløgini, tí arbeiðið, sum verður gjørt úti í feløgunm ikki er nøktandi. Sjálvir haldi eg, at feløgini gera eitt sera stórt arbeiðið, har vant verður hvønn dag og við sera góðum venjarnum. Tað sum háltar er landsliðsvenjingin, hon er sera illa skipa og líkist mest einari familju útferð. Til allar venjingarnar eru smábørn og familjur við og tað haldi er er sera óseriøst. Havi reist spurningin á fundi í Svimjisambandinum, men fekk ikki uppbakkin frá feløgunum, at gera venjingina hjá landsliðnum meira seriøsa.
Ægir hevði sum málsetning í ár, at fáa svimjara við til NJM og Natalia Reinhardt var eitt upplagt evnið, at sleppa við, men hon bleiv vrakað. Eftir er, at fáa Kristian Olsen við til Oyggjaleikirnar í ár, men um tað ferð at eydnast, veit best Petur Heðin á Fløtti landsliðs-venjarin, men sum støðan er ídag, er Kristian Olsen skjótasti svimjarin í Føroyum. Um tað er nóg mikið, er ikki heilt vist, tí kanska vera reglurnar broyttar til tað tíð.
SáH




